Kvørnin

Kvørnin: "The End or Beginning of Us", Beinir
11-06-2026
EP'in "The End or Beginning of Us" við Beinir, verður ummæld av Holgar Johannesen og Regin Toftegaard í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.

Á útgávuni eru fimm sangir á enskum máli, men seinasti sangur er bæði á enskum og á føroyskum. Beinir hevur skrivað sangirnar í samstarvi við Sharon Vaughn, Jónas Gaard, Morten Winther Nielsen og Lasse Boman.

Beinir hevur eisini framleitt tónleikin, tó er sangurin "Won't let go" framleiddur saman við Rasmus Søegren. David Mørup hevur ljóðblandað og frumbandað EP'ina.

Í tíðindaskrivið sigur Beinir: "Á útgávuni eru persónligir og erligir sangir um kærleika, iva og tær løturnar, har eitt samband annaðhvørt broytist, slitnar ella krevur, at tú veruliga stendur við títt og torir at gera nakað við tað."

Skotsmál:
8/10 stjørnum: Holgar Johannesen
8/10 stjørnum: Regin Toftegaard

Eyðfinn Jensen er vertur.

Kvørnin

Í Kvørnini verða føroyskar tónleikaútgávur ummældar.

Í útvarpsstovuni eru vanliga tvey tónleikaáhugað fólk saman við vertinum Eyðfinn Jensen.

Fyritreyt fyri at ummæla í Kvørnini er brennandi áhugi fyri tónleiki, dirvi og hugur at siga sína hjartans meining.

"Litríkt ókrút" og "12 skuggar av gráum" eru yvirksiftirnar hjá Páll Oddi Rubbeksen og Ára Rouch, ið geva "Monochrome" 9 av 10 stjørnum. Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
12-02-2026
Hergeir Eldevig og Birgar Larsen eru ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
05-02-2026
"Ein guitarleikari syngur sítt lívsins heyst við hjartanum á rætta stað" sigur Regin Toftegaard, sum ummælir "Sólskin" saman við Páll Oddi Rubbeksen. Eyðfinn Jensen er vertur.
30-01-2026
Stakløgini, ið verða ummæld, eru "Milestones" við Dan Olsen, "Don't Give Up" við Tinu Mellem og "Eysturav" við Tunghoyrt.
22-01-2026
"Mangt og hvat av ovastalofti, sum er tikið niður og pussa og skygt", er yvirskriftin hjá Ingmar Berg Mikkelsen, sum ummælir fløguna saman við Regini Toftegaar.d
15-01-2026
"Kjallaramenning" og "Tveir vinmenn hugna sær" siga ummælarar Páll Oddur Rubbeksen og Ári Rouch um plátuna "Stev" við maður:glotti. Eyðfinn Jensen er vertur.
18-12-2025
Ingmar Berg Mikkelsen og Birgar Larsen ummæla tríggjar nýggjar føroyskar jólasangir. Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
11-12-2025
"Ravindalig tónlist í heimligum og lítillátnum føroyskum hami" og "Tá føroyskt vinnur á enskum - Íða fangar ringrásir og innara órógv" eru yvirskriftirnar hjá ummælarunum.
04-12-2025
"Elinborg skrúvar harðari frá", sigur Ári Rouch, sum saman við Regini Toftegaard ummælir fyrstu heildarútgávuna við Elinborg. Eyðfinn Jensen er vertur.
20-11-2025
Holgar Johannesen og Ingmar Berg Mikkelsen ummæla heildarútgávuna "Ævir, amen" við alternativa jazz bólkinum GØ, ið varð kosin ársins serútgáva á FMA 2025.
13-11-2025
Ári Rouch og Regin Toftegaard ummæla "Livandi" við Døgg Nónsgjógv. Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
06-11-2025
Páll Oddur Rubbeksen og Birgar Larsen ummæla frum EP'ina "Overnight Sensation" við Jón Eliassen. Eyðfinn Jensen er vertur.
30-10-2025