- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lagnustundin hjá Katalonia

Spanski landsluturin Katalonia stendur á einum vegamóti.
Sunnudagin 1. oktober er ætlanin, at katalonar skulu til fólkaatkvøðu um loysing frá Spania.
Veljarakanningar hava víst, at næstan helvtin av katalonum eru fyri at loysa.
Men nú fólkaatkvøðan nærkast, hevur spanska miðstaðarstjórnin í Madrid sett hart móti hørðum og meir ella minni tikið sín egna landslut undir umsiting.
80 prosent fyri fólkaatkvøðu
Greitt er tó, at heili 80 prosent av øllum teimum 7,5 milliónunum katalonum taka undir við, at fólkaatkvøðan skal haldast, og at sjálvsavgerðarrætturin um loysing og samband liggur hjá katalonum.
Í juni mánað var Kringvarpið í Katalonia og setti seg inn í katalonska loysingarstríðið.
Hví vilja teir katalonar, sum eru fyri loysing, hava loysing? Hvat drívir tey? Hvussu er tað komið hagar, at helvtin av fólkunum, sum búgva í Katalonia, vilja loysa frá restina av Spania?
