Leitisstein

LEITISSTEIN 10.10.2023 (Guðrun & Bartal)
10-10-2023
Í ár fyllir plátan "Vónin er" hjá Guðruni & Bartali 10 ár, og tað feira tey við stórari konsert og at vitja LEITISSTEIN, har øll plátan verður spæld

Guðrun Pætursdóttir Háberg og Bartal Augustinussen stovnaðu duo'ina Guðrun & Bartal til Sement-kappingina í 2011, ið tey vunnu.

Tvey ár seinni góvu tey sína fyrstu og higartil einastu heildarútgávu út, "Vónin er".

Hetta var 6. apríl 2013.

Í ár eru tað sostatt 10 ár síðani plátan kom út, og tað verður hátíðarhildið bæði við at vitja í LEITISSTEIN og við einari stórari konsert í Løkshøll í Runavík. 

Leitisstein

Tveir tímar við spikahamrandi feitum tónleiki týskvøld klokkan 21, og so verður sendingin endursend hósdagar millum klokkan 13 og 15. Sendingin er eisini á Facebook og Spotify.
Jasmin Mote eitur kvinnan handan tónlistanavnið Jazzygold, og hon er gestur í sendingini í sambandi við plátuútgávuna "It's Been A While"
11-02-2025
Nýggjur, fjøltáttaður, men mesta av øllum spikahamrandi feitur tónleikur er á skránni í sendingini
05-02-2025
Limirnir í Tjant, Heðin Ziska Davidsen, Mikael Blak og Per Ingvaldur Højgaard Petersen, eru gestir og royna at greiða frá plátuni "ógreiða"
29-01-2025
"Spegil" eitur debutplátan hjá Simonu Paulu á Fríðriksmørk, sum er gestur í sendingini
21-01-2025
Hópin av spennandi tónlistafólkum hava verið gestir í sendingini í 2024. Í hesi sending rógva vit aftur á árið og hoyra brot úr nøkrum av sendingunum við gestum
15-01-2025
Í ársins fyrstu LEITISSTEIN-sending verður róð aftur á alternativa partin av tónleikaárinum 2024 saman við Eileri Sørensen
07-01-2025
Eins og undanfarin ár spæla Eiler Sørensen og LEITISSTEIN alternativan jólatónleik í síðstu sending undan jólunum
17-12-2024
Teitur er meira til Yule enn jól, sum eisini er heitið á hansara nýggju jólaplátu, ið hann hevur innspælt saman við danska-svenska-bólkinum Dreamers Circus
10-12-2024
Føroyskar jólaplátur eru sum lundi á jólanátt, tí tær eru so sjáldsamar. Júst tí er Jólasoul-plátan nakað serligt. Fólkini handan Jólasoul eru gestir í sendingini
03-12-2024
"Listamaður" eitur nýggja útgávan hjá Marius DC, ið er gestur í sendingini. Talan er um konspetútgávu, ið spyr: "Hvør ert tú, tá eingin annar hyggur?"
26-11-2024
"Nú æt eg eftir ánni" eitur nýggja plátan hjá Silvurdrongi, sum kom út í summar. Trygvi Danielsen og Eyðfinn Bogason Lamhauge vitja í sendingini
19-11-2024
Limir í alternativa føroyska jazz-fusions-bólkinum GØ eru gestir í sendingini, nú bólkurin gevur plátuna "Ævir, Amen" út
05-11-2024