- Tíðindi, mentan og ítróttur
Leitisstein

LEITISSTEIN 26.03.2024 (Hamferð)
27-03-2024
Jón Aldará, Theodor Kapnas og Eyðun í Geil Hvannastein úr Hamferð eru gestir í sendingini í sambandi við, at Hamferð hevur útgivið "Men Guðs hond er sterk"
"Men Guðs hond er sterk" kallast fjórða heildarútgávan hjá føroyska dómadagstungmálmbólkinum Hamferð. Plátan, sum tekur støði í skaðagrindini í Sandvík í 1915, tá 14 menn í bestu árum sjólótust, tá teir royndu at halda einari grind til, er tema í sendingini. Jón Aldará, sangari, og gittarleikararnir Theodor Kapnas og Eyðun í Geil Hvannastein eru gestir.

Leitisstein
Tveir tímar við spikahamrandi feitum tónleiki týskvøld klokkan 21, og so verður sendingin endursend hósdagar millum klokkan 13 og 15.
Limir í alternativa føroyska jazz-fusions-bólkinum GØ eru gestir í sendingini, nú bólkurin gevur plátuna "Ævir, Amen" út
05-11-2024
Blueskongur føroyinga, Uni Debess, er gestur í sendingini, nú hann gevur út plátuna "Red", sum er onnur í einum tríverki, ið byrjaði við "Green" í 2016.
29-10-2024
Beinir Troest Rasmussen er gestur í sendingini, nú hann útgevur sína fyrsta vaksnamannaplátu, "Greener"
22-10-2024
Nógvur nýggjur og spikahamrandi feitur tónleikur við eitt nú Yolu, Father John Misty, Michael Kiwanuka, JD McPherson, Leon Bridges og øðrum
16-10-2024
"Tanker" kallast fyrsta EP'in hjá 21 ára gomlu og sera dugnaligu Tinu Mellemgaard, sum er gestur í sendingini.
08-10-2024
Hvørjum tónleiki lurtaði Andreas Mogensen eftir úti í rúmdini? Er nakað ljóð úti í rúmdini? Og hvussu er at vera í rúmdini? Andreas Mogensen, rúmdarfari, er gestur
01-10-2024
Shitboys eru gestir í sendingini, nú Joe legðist sjúkur, og við sær í útvarpsstovuna hava teir nýggju plátuna "The Reson For Hardcore Vibes III"
24-09-2024
"Fugloy" nevnist onnur heildarútgávan hjá klassiskt lærda pianistinum Jósef Zachariassen, ið nú hevur flutt seg yvir í tann rútmiska tónleikapallin
17-09-2024
Lea Kampmann er gestur í sendingini, har hon leggur sína nýggju plátu "Seinferð" fram, ið er hennara onnur heilsarútgáva, men hennara fyrsta á føroyskum
10-09-2024
"Leitisstein is back, baby!" Fyrsta sendingin er á tremur við nýggjum og spikahamrandi feitum tónleiki
04-09-2024
Eivør er gestur í Leitisstein fyri fyrstu ferð, og við sær í útvarpsstovuna hevur Eivør sína 10. soloplátu, "ENN". Plátan verður frumspæld í sendingini
11-06-2024
Nýggjur, fjøltáttaður og spikahamrandi foytur tónleikur er á skránni í sendingini, ið ferðast frá poppi til punk, frá country til rokk, frá tí kenda til tað ókenda
05-06-2024