- Tíðindi, mentan og ítróttur
Leitisstein

LEITISSTEIN 09.04.2024 (Stongum & Guttesen)
09-04-2024
Jóan Jakku Guttesen og Magnus á Stongum, sum eru tveir av stovnandi limunum av legendariska vágabólkinum Tinganest, eru gestir
Herfyri blivu Jóan Jakku Guttesen og Magnus á Stongum heiðraðir í heimbygdini Sørvági við einum fagnaðarkvøldi. Hetta hendi í sambandi við, at teir fyltu áivkavis 75 og 74 ár. Teir báðir eru gestir í sendingini, har róð aftur á tónlistaleið teirra heilt frá byrjanini við Goebbels & The Gambelers til Tinganest, soloútgávur og Stongum & Guttesen.

Leitisstein
Tveir tímar við spikahamrandi feitum tónleiki týskvøld klokkan 21, og so verður sendingin endursend hósdagar millum klokkan 13 og 15.
"Listamaður" eitur nýggja útgávan hjá Marius DC, ið er gestur í sendingini. Talan er um konspetútgávu, ið spyr: "Hvør ert tú, tá eingin annar hyggur?"
26-11-2024
"Nú æt eg eftir ánni" eitur nýggja plátan hjá Silvurdrongi, sum kom út í summar. Trygvi Danielsen og Eyðfinn Bogason Lamhauge vitja í sendingini
19-11-2024
Limir í alternativa føroyska jazz-fusions-bólkinum GØ eru gestir í sendingini, nú bólkurin gevur plátuna "Ævir, Amen" út
05-11-2024
Blueskongur føroyinga, Uni Debess, er gestur í sendingini, nú hann gevur út plátuna "Red", sum er onnur í einum tríverki, ið byrjaði við "Green" í 2016.
29-10-2024
Beinir Troest Rasmussen er gestur í sendingini, nú hann útgevur sína fyrsta vaksnamannaplátu, "Greener"
22-10-2024
Nógvur nýggjur og spikahamrandi feitur tónleikur við eitt nú Yolu, Father John Misty, Michael Kiwanuka, JD McPherson, Leon Bridges og øðrum
16-10-2024
"Tanker" kallast fyrsta EP'in hjá 21 ára gomlu og sera dugnaligu Tinu Mellemgaard, sum er gestur í sendingini.
08-10-2024
Hvørjum tónleiki lurtaði Andreas Mogensen eftir úti í rúmdini? Er nakað ljóð úti í rúmdini? Og hvussu er at vera í rúmdini? Andreas Mogensen, rúmdarfari, er gestur
01-10-2024
Shitboys eru gestir í sendingini, nú Joe legðist sjúkur, og við sær í útvarpsstovuna hava teir nýggju plátuna "The Reson For Hardcore Vibes III"
24-09-2024
"Fugloy" nevnist onnur heildarútgávan hjá klassiskt lærda pianistinum Jósef Zachariassen, ið nú hevur flutt seg yvir í tann rútmiska tónleikapallin
17-09-2024
Lea Kampmann er gestur í sendingini, har hon leggur sína nýggju plátu "Seinferð" fram, ið er hennara onnur heilsarútgáva, men hennara fyrsta á føroyskum
10-09-2024
"Leitisstein is back, baby!" Fyrsta sendingin er á tremur við nýggjum og spikahamrandi feitum tónleiki
04-09-2024