Leitisstein

LEITISSTEIN 07.05.2024 (HøG!ni Lisberg)
07-05-2024
Kendi tónlistamaðurin og tónleikarin Høgni Lisberg er gestur, nú hann skal til próvtøku sum tónleikabókari í summar, tá hansara fyrsta G! skrá skal standa sína roynd

Hvat skal til fyri at bóka eina so umfatandi festivaltónleikaskrá, sum skráin til G! festivalin? Høgni Lisberg, ið vit kenna sum bæði tónlistamann og tónleikara, varð í fjør settur sum tónleikastjóri í G! og hevur nú bókað sína fyrstu festivalskrá. Tónleikaskráin skal standa sína roynd í summar, tá Høgni Lisberg eisini er til eitt slag av próvtøku sum tónleikabókari. Høgni Lisberg er til undanroynd í sendingini, har tað eisini verður avdúkað, at enski Jamie Grey skal spæla á G! í summar. Prátað við dámliga bretan.

Leitisstein

Tveir tímar við spikahamrandi feitum tónleiki týskvøld klokkan 21, og so verður sendingin endursend hósdagar millum klokkan 13 og 15. 
Nýggjur, fjøltáttaður, men mest av øllum spikahamrandi feitur tónleikur er á skránni í sendingin
16-04-2025
"Føroyar" eitur nýggja plátan hjá avante garde duo'ini Hettarher. Hana manna Torleik Mortensen og Andreas Tykjær Restoff, sum eru gestir hjá Una Leitisstein Hansen
08-04-2025
"Veðurmaðurin" eitur nýggja plátan hjá bluegras-bólkinum úr Vágunum, Blátt Gras. Limirnir í bólkinum, Terje, Richard, Jóhan, Jarnhold og Bjartur, eru gestir í sendingini
01-04-2025
Benjamin Rajani er gestur í sendingini í sambandi við, at hann útgevur sína fyrstu heildarútgávu, "Tá hvørt ljós líkist tær", ið eisini verður frumspæld í sendingini
25-03-2025
FMA 2025 er evnið í sendingini, tí allar pláturnar, ið eru í uppskoti at gerast ársins útgávu á FMA 2025, hava verið umrøddar í LEITISSTEIN
18-03-2025
Nógvur nýggjur og spikahamrandi feitur tónleikur í sendingini, eitt nú Jon Batiste, Charley Crockett, Jason Isbell, Travis, Teddy Swims og øðrum
12-03-2025
Nýggjur og spikahamrandi feitur tónleikur er á skránni. Nýtt frá Jason Isbell, Charley Crockett, Anderson East, Manic Street Preachers og øðrum
05-03-2025
"Kvæði" kallast hugtakandi plátan við nýtulkingum av kvæðum, skjaldrum og tættum, sum Teitur hevur útgivið saman við danska jazzbólkinum Girls In Airports
25-02-2025
Nýggjur, fjøltáttaður, men mest av øllum spikahamrandi feitur tónleikur er á skránni í sendingini
20-02-2025
Jasmin Mote eitur kvinnan handan tónlistanavnið Jazzygold, og hon er gestur í sendingini í sambandi við plátuútgávuna "It's Been A While"
11-02-2025
Nýggjur, fjøltáttaður, men mesta av øllum spikahamrandi feitur tónleikur er á skránni í sendingini
05-02-2025
Limirnir í Tjant, Heðin Ziska Davidsen, Mikael Blak og Per Ingvaldur Højgaard Petersen, eru gestir og royna at greiða frá plátuni "ógreiða"
29-01-2025