Leitisstein

LEITISSTEIN 19.11.2024 (Silvurdrongur)
19-11-2024
"Nú æt eg eftir ánni" eitur nýggja plátan hjá Silvurdrongi, sum kom út í summar. Trygvi Danielsen og Eyðfinn Bogason Lamhauge vitja í sendingini

Trygvi Danielsen aka Silvurdrongur er gestur í sendingini saman við tónlistarliga spælidronginum Eyðfinni Bogasyni Lamhauge. Saman hava teir skapt tónlistarligaverkið "Nú æt eftir eftir ánni", ið brýtur upp úr nýggjum í føroyskar tónlist. Plátan ljóðar ikki sum nakað annað, ið vit hava hoyrt áður, og hon tekur eisini hornatøk við hugtakið tónleik, ásanna teir báðir, ið standa aftanfyri Silvurdrong.

Leitisstein

Tveir tímar við spikahamrandi feitum tónleiki týskvøld klokkan 21, og so verður sendingin endursend hósdagar millum klokkan 13 og 15. Sendingin er eisini á Facebook og Spotify.
Nógvur nýggjur og spikahamrandi feitur tónleikur í sendingini, eitt nú Jon Batiste, Charley Crockett, Jason Isbell, Travis, Teddy Swims og øðrum
12-03-2025
Nýggjur og spikahamrandi feitur tónleikur er á skránni. Nýtt frá Jason Isbell, Charley Crockett, Anderson East, Manic Street Preachers og øðrum
05-03-2025
"Kvæði" kallast hugtakandi plátan við nýtulkingum av kvæðum, skjaldrum og tættum, sum Teitur hevur útgivið saman við danska jazzbólkinum Girls In Airports
25-02-2025
Nýggjur, fjøltáttaður, men mest av øllum spikahamrandi feitur tónleikur er á skránni í sendingini
20-02-2025
Jasmin Mote eitur kvinnan handan tónlistanavnið Jazzygold, og hon er gestur í sendingini í sambandi við plátuútgávuna "It's Been A While"
11-02-2025
Nýggjur, fjøltáttaður, men mesta av øllum spikahamrandi feitur tónleikur er á skránni í sendingini
05-02-2025
Limirnir í Tjant, Heðin Ziska Davidsen, Mikael Blak og Per Ingvaldur Højgaard Petersen, eru gestir og royna at greiða frá plátuni "ógreiða"
29-01-2025
"Spegil" eitur debutplátan hjá Simonu Paulu á Fríðriksmørk, sum er gestur í sendingini
21-01-2025
Hópin av spennandi tónlistafólkum hava verið gestir í sendingini í 2024. Í hesi sending rógva vit aftur á árið og hoyra brot úr nøkrum av sendingunum við gestum
15-01-2025
Í ársins fyrstu LEITISSTEIN-sending verður róð aftur á alternativa partin av tónleikaárinum 2024 saman við Eileri Sørensen
07-01-2025
Eins og undanfarin ár spæla Eiler Sørensen og LEITISSTEIN alternativan jólatónleik í síðstu sending undan jólunum
17-12-2024
Teitur er meira til Yule enn jól, sum eisini er heitið á hansara nýggju jólaplátu, ið hann hevur innspælt saman við danska-svenska-bólkinum Dreamers Circus
10-12-2024