Leitisstein

LEITISSTEIN 07.01.2025 (Alternativa tónleikaárið 2024)
07-01-2025
Í ársins fyrstu LEITISSTEIN-sending verður róð aftur á alternativa partin av tónleikaárinum 2024 saman við Eileri Sørensen

Hvørjar vóru tær bestu alternativu, indie-pláturnar í 2024? Hetta eru plátur, ið ikki ordiliga eru partur av meginstreyminumn. Tað geva Eiler Sørensen og LEITISSTEIN síni boð upp á í sendingini, ið forrestin er spikahamrandi foyt.

Leitisstein

Tveir tímar við spikahamrandi feitum tónleiki týskvøld klokkan 21, og so verður sendingin endursend hósdagar millum klokkan 13 og 15. 
Nógvur nýggjur og spikahamrandi feitur tónleikur við eitt nú Yolu, Father John Misty, Michael Kiwanuka, JD McPherson, Leon Bridges og øðrum
16-10-2024
"Tanker" kallast fyrsta EP'in hjá 21 ára gomlu og sera dugnaligu Tinu Mellemgaard, sum er gestur í sendingini.
08-10-2024
Hvørjum tónleiki lurtaði Andreas Mogensen eftir úti í rúmdini? Er nakað ljóð úti í rúmdini? Og hvussu er at vera í rúmdini? Andreas Mogensen, rúmdarfari, er gestur
01-10-2024
Shitboys eru gestir í sendingini, nú Joe legðist sjúkur, og við sær í útvarpsstovuna hava teir nýggju plátuna "The Reson For Hardcore Vibes III"
24-09-2024
"Fugloy" nevnist onnur heildarútgávan hjá klassiskt lærda pianistinum Jósef Zachariassen, ið nú hevur flutt seg yvir í tann rútmiska tónleikapallin
17-09-2024
Lea Kampmann er gestur í sendingini, har hon leggur sína nýggju plátu "Seinferð" fram, ið er hennara onnur heilsarútgáva, men hennara fyrsta á føroyskum
10-09-2024
"Leitisstein is back, baby!" Fyrsta sendingin er á tremur við nýggjum og spikahamrandi feitum tónleiki
04-09-2024
Eivør er gestur í Leitisstein fyri fyrstu ferð, og við sær í útvarpsstovuna hevur Eivør sína 10. soloplátu, "ENN". Plátan verður frumspæld í sendingini
11-06-2024
Nýggjur, fjøltáttaður og spikahamrandi foytur tónleikur er á skránni í sendingini, ið ferðast frá poppi til punk, frá country til rokk, frá tí kenda til tað ókenda
05-06-2024
Nýggjur tónleikur við spennandi nøvnum sum Lola Young, Sierra Ferrell, Maggie Rogers, Grace Cummings og øðrum
29-05-2024
"Battle Ballads" eitur nýggja plátan hjá víkingamálmsbólkinum Týr, sum er tann níggjunda hjá bólkinum. Heri Joensen, Gunnar Thomsen og Hans Hammer eru gestir í sendingini
22-05-2024
Kacey Musgraves, Bonny Light Horsman, Kaleo, Angus & Julia Stone og mong onnur eru á skránni í sendingini
15-05-2024