Leitisstein

LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
22-04-2025
Limirnir í Deja Vu eru gestir, nú 20 ár eru liðin síðan meistarliga fløgan hjá bólkinum, "A Place to Stand On", kom út. Hetta verður feirað við at geva fløguna út á plátu

"A Place to Stand On" bleiv kosin ársins fløga í 2005 av lesarunum hjá Dimmalætting. Nú 20 ár seinni verður útgávan hátíðarhildin við at geva hana út sum plátu. Í tí sambandi eru Líggjas Olsen, Flóvin Viderø, Rógvi Rasmussen og Rúni Højgaard gestir í sendingini, har øll plátan verður spæld. Teir fýra hava eisini verið uppi á ovasta lofti og funnið okkurt forkunnigt frá fyrstu tíðini hjá Deja Vu, sum teir hava tikið við sær.

Leitisstein

Tveir tímar við spikahamrandi feitum tónleiki týskvøld klokkan 21, og so verður sendingin endursend hósdagar millum klokkan 13 og 15. 

Nýggjur og spikahamrandi feitur tónleikur er á skránni. Nýtt frá Jason Isbell, Charley Crockett, Anderson East, Manic Street Preachers og øðrum
05-03-2025
"Kvæði" kallast hugtakandi plátan við nýtulkingum av kvæðum, skjaldrum og tættum, sum Teitur hevur útgivið saman við danska jazzbólkinum Girls In Airports
25-02-2025
Nýggjur, fjøltáttaður, men mest av øllum spikahamrandi feitur tónleikur er á skránni í sendingini
20-02-2025
Jasmin Mote eitur kvinnan handan tónlistanavnið Jazzygold, og hon er gestur í sendingini í sambandi við plátuútgávuna "It's Been A While"
11-02-2025
Nýggjur, fjøltáttaður, men mesta av øllum spikahamrandi feitur tónleikur er á skránni í sendingini
05-02-2025
Limirnir í Tjant, Heðin Ziska Davidsen, Mikael Blak og Per Ingvaldur Højgaard Petersen, eru gestir og royna at greiða frá plátuni "ógreiða"
29-01-2025
"Spegil" eitur debutplátan hjá Simonu Paulu á Fríðriksmørk, sum er gestur í sendingini
21-01-2025
Hópin av spennandi tónlistafólkum hava verið gestir í sendingini í 2024. Í hesi sending rógva vit aftur á árið og hoyra brot úr nøkrum av sendingunum við gestum
15-01-2025
Í ársins fyrstu LEITISSTEIN-sending verður róð aftur á alternativa partin av tónleikaárinum 2024 saman við Eileri Sørensen
07-01-2025
Eins og undanfarin ár spæla Eiler Sørensen og LEITISSTEIN alternativan jólatónleik í síðstu sending undan jólunum
17-12-2024
Teitur er meira til Yule enn jól, sum eisini er heitið á hansara nýggju jólaplátu, ið hann hevur innspælt saman við danska-svenska-bólkinum Dreamers Circus
10-12-2024
Føroyskar jólaplátur eru sum lundi á jólanátt, tí tær eru so sjáldsamar. Júst tí er Jólasoul-plátan nakað serligt. Fólkini handan Jólasoul eru gestir í sendingini
03-12-2024