Leitisstein

LEITISSTEIN 12.12.2025 (Alternativur jólatónleikur 2025)
13-12-2025
Aftur í ár er Eiler Sørensen gestur, tá alternativur jólatónleikur verður spældur. Jólavættrarnir Katrin Reistrup og Rannvá Píl Heinesen eru eisini í útvarpsstovuni

Jólini eru ein siðbundin tíð, og soleiðis er eisini í LEITISSTEIN, har Eiler Sørensen aftur í ár er gestur og velur alternativan jólatónleik. Jólavættrarnir Katrin Rúnarsdóttir Reistrup og Rannvá Píl Heinesen, sum hava verið í starvsvenjing í KVF seinastu vikurnar, eru eisini við í útvarpsstovuni. 

Leitisstein

Tveir tímar við spikahamrandi feitum tónleiki fríggjadagar klokkan 13, og so verður sendingin endursend týskvøld klokkan 21. 

Nógvur nýggjur og spikahamrandi feitur tónleikur er á skránni í sendingini, tá LEITISSTEIN koyrir solo í løtu
07-11-2025
"Í ævir" eitur fyrsta plátan, LPin, hjá dugnaligu Eliborg Pálsdóttir, ið er gestur í sendingini
31-10-2025
"Sólskin" eitur nýggja plátan hjá Stanley Samuelsen, ið er gestur í sendingini saman við konuni Merete Messmann, nú Stanley hevur fingið staðfest Alzheimers
24-10-2025
Dugnaliga tónlistakvinnan Maria Guttesen er gestur í sendingini í sambandi við, at bólkur hennara, Dividedeminds'25, endurútgevur útgávuna "The Last Night" frá 2004 á vinyl
17-10-2025
Livandi legendan Martin Joensen er gestur í sendingini, ið er ein tónlistarlig ferð gjøgnum yrkið hjá Martini sum tónlistamaður
10-10-2025
"Livandi" eitur nýggja plátan hjá Døgg Nónsgjógv. "Plátan er ein tónleikasøga um vaksnamannakærleik," sigur Døgg Nónsgjógv um útgávuna
03-10-2025
Nýggjur, fjøltáttaður og spikahamrandi feitur tónleikur á skránni í sendingini
26-09-2025
"Who Do You Pray For" kallast debut-soloplátan hjá Astrid Samuelsen, sum er gestur í sendingini. "Og ja, eg eri dóttir Stanley, og tað eri eg errin av."
19-09-2025
"Ovastaloft" eitur debutfløgan hjá Hervør Sabinu á Torkilsheyggi, sum er gestur í sendingini saman við Benjamin Djurhuus, framleiðara
12-09-2025
Páll Oddur Rubeksen og Finnur Koba eru gestir í sendingini, nú tað eru 20 ár síðani, at Páll Finnur Páll gav legendarisku plátuna Förist út
05-09-2025
Popptónleikur í heimsflokki er at hoyra í sendingini, tá Filip Mortensen frá er gestur í sendingini og greiðir frá um nýggju tónleikaverkætlan sína Alias Morera
28-05-2025
Jenny Augustudóttir Kragesteen, ið er kvinnan handan FRUM, er gestur í sendingini, nú hon fríggjadagin 23. mai útgevur sína aðru plátu "Whirlpool"
20-05-2025