- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lesikrókurin

Lesikrókurin: Tollakur hjá Ingibjørg
10-03-2022
Vertur er Eyðun Klakstein
Hesa ferð verður bókin Tollakur hjá Ingibjørg umrødd. Norski rithøvundurin Tore Renberg skrivaði, Jákup í Skemmuni týddi til føroyskt mál, og Sprotin gav út. Bókin snýr seg um einkjumannin Tollak, sum býr í lítlum húsi í dali burtur frá búðplássunum. Hann er deyðiliga sjúkur og greiðir frá lívinum og ymiskum hendingum. Tollakur hevur boðsent báðum børnunum at koma heim, tí hann hevur nakað at siga teimum. Tollakur ber myrkt loyndarmál.
Gestir í Lesikrókinum eru: Poul F. Guttesen, Bjørt Samuelsen og Páll Oddur Rubeksen.

Lesikrókurin
Lesikrókurin er poddvarprøð, har lesiáhugað hittast við eitt borð og tosa um ávísar bøkur, tey hava lisið.
Leikrókurin er eitt framleiðslusamstarv millum Sprotan og Kringvarp Føroya.
Hesa ferð ummæla Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen, Brandur Mortensen Nolsøe og Annika Egholm bókina "Reyðhærda kvinnan" eftir Orhan Pamuk. Vertur er Eyðun Klakstein.
25-04-2024
Í Lesikrókinum verður bókin "Upplesarin" hjá Bernhard Schlink umrødd. Beinir Bergsson týddi til føroyskt, og Sprotin gav bókina út.
28-09-2023