- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lesikrókurin

Júst sum ukrainar í 2013 halda, at teir taka stórt stig nærri Europeiska Samveldinum, noktar forsetin Viktor Janukovitj at skriva undir samstarvsavtaluna við ES. Fólk eru á gosi og fara út á gøturnar at mótmæla. Sum frálíður kemur tað til samanbrestir millum mótmælisfólk og myndugleikar, og tað endar við kollvelting. Miðdepilin fyri stríðið er Frælsistorgið í Kiev ? Maidan.
500 metrar haðani býr ein av mest virdu rithøvundum í Ukraina, Andrej Kurkov. Hann fylgir gongdini og skrivar hugleiðandi og viðmerkjandi dagbók. Stundum er Kurkov glaður og vónríkur um gongdina, aðrar tíðir er hann ørkymlaður og stúrin.
Í Lesikrókinum hesa ferð verður "Ukrainska dagbókin" hjá Andrej Kurkov viðgjørd. Gestir eru Dánial Hoydal, Liljan Weihe og Páll Oddur Rubeksen.

Lesikrókurin
Lesikrókurin er poddvarprøð, har lesiáhugað hittast við eitt borð og tosa um ávísar bøkur, tey hava lisið.
Leikrókurin er eitt framleiðslusamstarv millum Sprotan og Kringvarp Føroya.









