- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lesikrókurin

Menniskjasøgan hugsavnar seg í høvuðsheitum um mannin. Tað eru í mestan mun menn, sum hava skrivað søguna, og nógvir teirra eru púra býttir í stóra veiðimanninum, sum fór rennandi á tveimum beinum út á savannuna at veiða. Kvinnuna hava teir líkasum tagt burtur.
Tað heldur walisiska Eliane Morgan, sum hevur skrivað nógv umtalaðu og umstríddu bókina ?Hvaðan kom kvinnan?. Hon leggur fram annað ástøði um, hvussu menniskjan hevur ment seg.
Bókin, sum kom út í 1972, kann framvegis skapa kjak, og nú er hon komin í føroyskari týðing eftir Pól Jespersen. Sprotin hevur givið út.
Gestir í Lesikrókinum eru Elin Lindenskov, Kári Purkhús og Pól Jespersen.

Lesikrókurin
Lesikrókurin er poddvarprøð, har lesiáhugað hittast við eitt borð og tosa um ávísar bøkur, tey hava lisið.
Leikrókurin er eitt framleiðslusamstarv millum Sprotan og Kringvarp Føroya.









