- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ljóarin

Fólkaatkvøða og húsagangur er heiti á 8. krýnikuni frá Jógvani Arge, sum hesa ferð snýr seg um politikk og bankakreppu. Vit hitta Jógvan fyrst í sendingini.
Fer tú ein túr niðan í ovaru Hoyvíkina og steðgar á á Rólantsgøtu, sært tú ein vakran og spennandi bygning, ið sníkir seg eftir lendinum.
Talan er um Umlættingar- og rehabileteringsdepilin Urd, sum Albert Isfeld, arkitektur, fer at ummæla úr arkitektoniska sjónarhorninum. Eisini hitta vit Ólav av Lofti, sum hevur teknað heimið, og Rakul Olsen, sjúkrarøktarfrøðing og varaleiðara á Urd.
Við einum nýskrivaðum verki eftir Kristiani Blak og við Mattiasi Kapnas sum solisti, fer heystkonsertin hjá Føroya Symfoniorkestri av barkastokki leygarkvøldið.
Miðskeiðis í sendingini fáa vit vitjan av tónaskaldi og solisti.
Eina septembernátt ein slakan tíma eftir midnátt í 1945 varð løgtingið bumbað - ein hending, sum tað higartil ikki hevur verið so nógv skrivað um. Men nú hevur Hans Andrias Sølvará, professari, skrivað bók um evnið.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Ljóarin
Ljóarin er seinnapartssending, sum varpar ljóð á mentan og samfelag.
Ljóarin er ljósopið í takinum á roykstovuni. Ljóarin er eisini nýggj seinnapartssending í útvarpinum, sum varpar ljóð á mentanina og tað samfelagið, vit liva í.
Týsdag seta vit ávíst evni á skrá, har rák og hendingar í samfelagnum verða lýst.
Hósdagar varpa vit ljóð á mentanina burturav. Tá lýsa vit mentan og list í breiðum týdning, og vit viðgera eitt nú bókmentir, leiklist, myndlist og byggilist.
Redaktión: Lív Mikkelsen, Gunnar Nolsøe, Leif Láadal og Ingi Rasmussen.
Redaktørur: Ingi Rasmussen.



