- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ljóarin

Granskingaretikkur í smásamfeløgum og tær avbjóðingar, sum støddin á samfelagnum hevur við sær. Tað er evnið, sum vit umrøða við Eriku Anne Hayfield, ið hevur skrivað grein til altjóða vísindaligt tíðarrit um evnið.
Geytin, sum verður handaður til føroyskan stuttfilm hetta vikuskiftið, hevur tíggju ár á baki. Vit kaga aftur í geytasøguna saman við Birgiri Kruse, ið slóðaði fyri saman við øðrum.
Og so hoyra vit løg úr Den store flugt, sum kom út fyri 50 ár síðan.

Ljóarin
Ljóarin er seinnapartssending, sum varpar ljóð á mentan og samfelag.
Ljóarin er ljósopið í takinum á roykstovuni. Ljóarin er eisini nýggj seinnapartssending í útvarpinum, sum varpar ljóð á mentanina og tað samfelagið, vit liva í.
Týsdag seta vit ávíst evni á skrá, har rák og hendingar í samfelagnum verða lýst.
Hósdagar varpa vit ljóð á mentanina burturav. Tá lýsa vit mentan og list í breiðum týdning, og vit viðgera eitt nú bókmentir, leiklist, myndlist og byggilist.
Redaktión: Lív Mikkelsen, Gunnar Nolsøe, Leif Láadal og Ingi Rasmussen.
Redaktørur: Ingi Rasmussen.



