- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ljóarin

Heimsmeistarakappingin í fótbólti varð skotin í gongd sunnudagin við stórslignari setan.
Men handan tað vakra og stórfingna tykist at fjala seg ein annar veruleiki. Tí Katar hevur fingið harðar atfinningar fyri ikki at virða grundleggjandi mannarættindi millum annað hjá samkyndum og kvinnum, og at fara illa við mongu gestaarbeiðarunum í landinum, sum eitt nú hava bygt leikvøllirnar til HM.
Eisini FIFA, altjóða fótbóltssambandið, sum skipar fyri HM saman við Katar, hevur verið fyri harðum ákoyringum fyri eitt nú mutur í samband við HM í Katar.
Men hvat vendir upp og niður í øllum søgunum um Katar, FIFA og HM, tað viðgera vit í hesi Ljóarasending.
Tróndur Arge, ítróttarjournalistur, fer at greiða frá um, hvussu Katar fekk HM, og atfinningarnar mótvegis FIFA og mutursgølurnar í altjóða fótbóltssambandinum.
Heini í Skorini, Ph.d., útbúgvingarleiðari og adjunktur á Setrinum, fer at hugleiða um sambandi millum ítrótt og politikk.
Hvussu er at búga og liva í Katar og hvussu er eitt nú rættindini hjá kvinnum, tað práta vit við Villads pg Paulu Bøgesvang um.
Amnesty hevur áhaldandi varpað ljós á umstøðurnar hjá gestaarbeiðarum og á brotum á mannarættindi í Katar, og Turið Maria Jóhansdóttir, aðalskrivari í Amnesty Føroyar kemur á gátt, at greiða frá um hetta.
Og vit ringja til Katar, har trý umboð fyri FSF eru í løtuni, og fáa orðið á Kristian Andreasen, forseta í FSF.
