- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ljóarin

Hvørji eru Ódjórini innan í og rundan um okkum? Vit tosa við høvundin, Silju Aldudóttir, ið hevur skrivað nýggju ungdómsbókina Ódjór, ið samstundis er hennara fyrsta.
Hann hevur skrivað fleiri av okkara fólkakærastu sangum, og í nýggjari sangbók eru nógvir teirra savnaðir, samstundis sum fleiri spildurnýggir sangir eru við eisini. Vit tosa um og við Steintór Rasmussen, eins og ein spildnurnýggjur sangur eisini verður at hoyra.
Svanna Jákupsdóttir hevur gjørt eitt yrkingasavn um hvørjir tankar og hvørjar kenslur gera vart við seg, tá ið ein av okkara nærmastu verður minnisveik. Vit fáa orðið á Svannu.
Eftir at Open Stage við fríari mikrofon hevur verið afturlatin í nøkur ár, verður latið upp aftur á Reinsarínum í Havn í kvøld frá klokkan halvgum átta. Vit fara at fregnast, tá ið Arnold Ludvig og Anna Jacino kemur á gátt.
Og vit fara eisini oman í Hoydalar - í gomlu gentukostdeildina, har ið ein framsýning letur upp, sum tekur støði í virkseminum, ið farið er fram har.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Ljóarin
Ljóarin er seinnapartssending, sum varpar ljóð á mentan og samfelag.
Ljóarin er ljósopið í takinum á roykstovuni. Ljóarin er eisini nýggj seinnapartssending í útvarpinum, sum varpar ljóð á mentanina og tað samfelagið, vit liva í.
Týsdag seta vit ávíst evni á skrá, har rák og hendingar í samfelagnum verða lýst.
Hósdagar varpa vit ljóð á mentanina burturav. Tá lýsa vit mentan og list í breiðum týdning, og vit viðgera eitt nú bókmentir, leiklist, myndlist og byggilist.
Redaktión: Lív Mikkelsen, Gunnar Nolsøe, Leif Láadal og Ingi Rasmussen.
Redaktørur: Ingi Rasmussen.





