- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ljóarin

Sólrún Michelsen, ið er ein av Føroya virknastu og mest virdu rithøvundum, fyllir 75 ár.
Vit hava eitt longri prát við Sólrún um hennara lív og yrkisleið.
Eisini tosa vit við ein eldhugaðan Sólrún Michelsen lesara, um hví henni dámar so væl bøkurnar hjá Sólrún.
Og so lýsa vit skaldskapin hjá Sólrún úr einum bókmentafrøðiligum sjónarhornið saman Malan Marnersdóttir professara í bókmentum.

Ljóarin
Ljóarin er seinnapartssending, sum varpar ljóð á mentan og samfelag.
Ljóarin er ljósopið í takinum á roykstovuni. Ljóarin er eisini nýggj seinnapartssending í útvarpinum, sum varpar ljóð á mentanina og tað samfelagið, vit liva í.
Týsdag seta vit ávíst evni á skrá, har rák og hendingar í samfelagnum verða lýst.
Hósdagar varpa vit ljóð á mentanina burturav. Tá lýsa vit mentan og list í breiðum týdning, og vit viðgera eitt nú bókmentir, leiklist, myndlist og byggilist.
Redaktión: Lív Mikkelsen, Gunnar Nolsøe, Leif Láadal og Ingi Rasmussen.
Redaktørur: Ingi Rasmussen.