- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ljóarin

Í 1912 - sama árið, sum Titanic fer í sigling, verður elsti parturin av turkihúsinum úti á Gjógv í Sandavági tikin í nýtslu. Og nú, eini 110 ár seinri, eru verkætlanin við teimum trimum vinnubygningunum og fiskastykkinum hjá Jegvani Elias Thomsen komin á mál.
Og talan er um bæði varðveitslu og nýhugsan í einari verkætlan, har ið fortíð, nútíð og framtíð finna saman.
Í sendingina tosa vit við Mayfinn Norðoy frá Kontrast Arkitektum, Atla Gregersen, stigtakara, Lydiu Berg, ið sum ung arbeiddi fisk úti á Gjógv, Jónleyg Joensen, ið er dagligur leiðari, Anne Havbo, tænara, Sonna Zachariassen, kokk, og Albert Isfeld, arkitekt.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Ljóarin
Ljóarin er seinnapartssending, sum varpar ljóð á mentan og samfelag.
Ljóarin er ljósopið í takinum á roykstovuni. Ljóarin er eisini nýggj seinnapartssending í útvarpinum, sum varpar ljóð á mentanina og tað samfelagið, vit liva í.
Týsdag seta vit ávíst evni á skrá, har rák og hendingar í samfelagnum verða lýst.
Hósdagar varpa vit ljóð á mentanina burturav. Tá lýsa vit mentan og list í breiðum týdning, og vit viðgera eitt nú bókmentir, leiklist, myndlist og byggilist.
Redaktión: Lív Mikkelsen, Gunnar Nolsøe, Leif Láadal og Ingi Rasmussen.
Redaktørur: Ingi Rasmussen.