- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ljóarin

Mentanarvikan í Runavíkar kommunu byrjar sunnudagin, og vit fara at fregnast um skránna, tá ið Urd Johannesen, mentanarleiðari í Runavíkar kommunu, og Marjun Niclasen, leiðari í Visit Runavík, koma á gátt.
Nýggi norðurlendski bólkurin Klingra, ið telur tríggjar føroyingar, gevur nú út sína fyrstu útgávu - "...eftir", sum tekur støði í virkseminum í Føroyingahavnini. Vit tosa við Dánjal á Neystabø um verkætlanina.
Vit skifta eisini orð við Jógvan Kristiansson Glerfoss, sum á Ítróttarfagnaðinum fyrr í ár varð kosin Ársins Ítróttarfyrimynd 2022. Men Jógvan er eisini áhugaður í list og mentan, og fríggjadagin hevur hann fernisering í Smiðjuni í Lítluvík.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Ljóarin
Ljóarin er seinnapartssending, sum varpar ljóð á mentan og samfelag.
Ljóarin er ljósopið í takinum á roykstovuni. Ljóarin er eisini nýggj seinnapartssending í útvarpinum, sum varpar ljóð á mentanina og tað samfelagið, vit liva í.
Týsdag seta vit ávíst evni á skrá, har rák og hendingar í samfelagnum verða lýst.
Hósdagar varpa vit ljóð á mentanina burturav. Tá lýsa vit mentan og list í breiðum týdning, og vit viðgera eitt nú bókmentir, leiklist, myndlist og byggilist.
Redaktión: Lív Mikkelsen, Gunnar Nolsøe, Leif Láadal og Ingi Rasmussen.
Redaktørur: Ingi Rasmussen.