- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ljóarin

Urd Johannesen, mentanarleiðari í Runavíkar kommunu, trívur í skránna og sigur eitt sindur um mentanarvikuna higartil.
Eisini vitjaðui vit Víkhúsini í Oyndarfirði, sum vóru bygd í 1856. Og har vóru tað Vígdis Klein, Oddbjørg Joensen og Niclas Joensen, ið søgdu frá.
Tú kanst hoyra sendingina her!
Luttakarar:
Urd Johannesen
Vígdis Klein
Oddbjørg Joensen
Niclas Joensen

Ljóarin
Ljóarin er seinnapartssending, sum varpar ljóð á mentan og samfelag.
Ljóarin er ljósopið í takinum á roykstovuni. Ljóarin er eisini nýggj seinnapartssending í útvarpinum, sum varpar ljóð á mentanina og tað samfelagið, vit liva í.
Týsdag seta vit ávíst evni á skrá, har rák og hendingar í samfelagnum verða lýst.
Hósdagar varpa vit ljóð á mentanina burturav. Tá lýsa vit mentan og list í breiðum týdning, og vit viðgera eitt nú bókmentir, leiklist, myndlist og byggilist.
Redaktión: Lív Mikkelsen, Gunnar Nolsøe, Leif Láadal og Ingi Rasmussen.
Redaktørur: Ingi Rasmussen.