- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ljóarin

Vit hitta Anniku Due Jacobsen, ið er dagligur leiðari á Hotel Runavík.
Vit tosa eisini við Dánjal Højgaard, ið - saman við Hans Petur Hansen, hevur gjørt nýggja heimildarfilmin, Mýrarnar tala, ið er um tá ið torvið fór í søguna.
Smíðja ein sang er heitið á tiltaki í Gulu Smiðju, har ið Hans Poulsen, framleiðari og tónleikari, leggur teimum ungu lag á. Vit vitja í Gulu Smiðju, har ið vit skifta orð við Hans og nøkur ungfólk.
Móttøkan var framúrskarandi, tá ið Jákup Lamhauge í gjárkvøldið legði fram nýggju bókina, Minni frá míni lívsleið. Vit skifta orð við høvundin um nýggju bókina.
Eisini fáa vit vitjan av Marjun Niclasen, leiðara í Visit Runavík, sum eitt nú nemur við fleiri av tiltøkunum í Elduvík.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Ljóarin
Ljóarin er seinnapartssending, sum varpar ljóð á mentan og samfelag.
Ljóarin er ljósopið í takinum á roykstovuni. Ljóarin er eisini nýggj seinnapartssending í útvarpinum, sum varpar ljóð á mentanina og tað samfelagið, vit liva í.
Týsdag seta vit ávíst evni á skrá, har rák og hendingar í samfelagnum verða lýst.
Hósdagar varpa vit ljóð á mentanina burturav. Tá lýsa vit mentan og list í breiðum týdning, og vit viðgera eitt nú bókmentir, leiklist, myndlist og byggilist.
Redaktión: Lív Mikkelsen, Gunnar Nolsøe, Leif Láadal og Ingi Rasmussen.
Redaktørur: Ingi Rasmussen.