- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ljóarin

Dansistovan í Funningi varð tikin í nýtslu miðskeiðis í farnu øld, og har varð bæði kvøðið og spældir sjónleikir. Men seinru árini hevur Dansistovan verið í sera ringum standi, til Runavíkar kommuna tók stig til at endurreisa Dansistovuna, samstundis sum ein tilbygningur við inngongd og wc er gjørdur niðaneftir.
Og sum ein partur av Mentanarvikuni í Runavíkar kommunu, varð leygardagin skipað fyri einum hátíðardegi í Funningi, har ið konsert var í Funnings kirkju, kaffi og køkur vóru í skúlanum, og sofaprát, konsertir, sjónleikur og føroyskur dansur var í Dansistovuni.
Í hesari sendingini tosa vit við Marjun Niclasen, Sámal Petur Petersen, Eyða Højsted Horsdal, Árna Winther, Jóhann Mortensen, Jógvan Højsted, Duritu Dahl Andreassen, Tórbjørn Jakobsen og John Reynbú.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Ljóarin
Ljóarin er seinnapartssending, sum varpar ljóð á mentan og samfelag.
Ljóarin er ljósopið í takinum á roykstovuni. Ljóarin er eisini nýggj seinnapartssending í útvarpinum, sum varpar ljóð á mentanina og tað samfelagið, vit liva í.
Týsdag seta vit ávíst evni á skrá, har rák og hendingar í samfelagnum verða lýst.
Hósdagar varpa vit ljóð á mentanina burturav. Tá lýsa vit mentan og list í breiðum týdning, og vit viðgera eitt nú bókmentir, leiklist, myndlist og byggilist.
Redaktión: Lív Mikkelsen, Gunnar Nolsøe, Leif Láadal og Ingi Rasmussen.
Redaktørur: Ingi Rasmussen.



