- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ljóarin

Vit hava verið og sæð sjónleikin, 'Eingin er sum Robin Hood', og hoyra frásøgn frá leikinum, kryddað við ljóðbrotum og sangi. Haraftrat verður tosað við tveir ummælarar; Annfinn Heinesen og Noomi Reinert, og umboð fyri Havnar Sjónleikarfelag; Hannu Flóvinsdóttir og Hjálmar Dam.
Talan er um ein familjuleik, sum bæði er hugvekjandi og stuttligur. Flestu sjónleikararnir eru ung fólk, sum prógva, at vilja vit tað, er eisini framtíð í føroyskum pallleiki.
Søgugongdin fer fram í Sherwoodskóginum við Nothingham í Onglandi og í York. Robin Hood er høvdingin í skóginum, meðani Prins John er tað í býnum. Á tvørs av teimum báðum kemur ein kvinna, sum er serstøk. Men hvør teirra man vinna hennara tokka?
Samanborið við skaldsøguna hjá Howard Pyle gevur handritið til leikin eina meira fjøltáttaða mynd av menniskjanum, Robin Hood, sum tó byggir á vanligu søguna um henda frileysa mann, sum livdi í miðøld. Leikevnini eru fleiri: Frælsi, kærleiki, tráðan, valdsgirnd, o.o.
Viðmerkjarar í sendingini:
Annfinnur Heinesen, sjónleikari, leikstjóri, og áskoðari
Hanna Flóvinsdóttir, sjónleikari, forkvinna í Havnar Sjónleikarfelag
Hjálmar Dam, sjónleikari, næstformaður í Havnar Sjónleikarfelag
Noomi Reinert, sjónleikari, forkvinna fyri Meginfelag Áhugaleikara Føroya, og áskoðari
Ljóarin 4. mai 2023

Ljóarin
Ljóarin er seinnapartssending, sum varpar ljóð á mentan og samfelag.
Ljóarin er ljósopið í takinum á roykstovuni. Ljóarin er eisini nýggj seinnapartssending í útvarpinum, sum varpar ljóð á mentanina og tað samfelagið, vit liva í.
Týsdag seta vit ávíst evni á skrá, har rák og hendingar í samfelagnum verða lýst.
Hósdagar varpa vit ljóð á mentanina burturav. Tá lýsa vit mentan og list í breiðum týdning, og vit viðgera eitt nú bókmentir, leiklist, myndlist og byggilist.
Redaktión: Lív Mikkelsen, Gunnar Nolsøe, Leif Láadal og Ingi Rasmussen.
Redaktørur: Ingi Rasmussen.