- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ljóarin

Men eisini varð farið i ein gongutúr at vitja forn støð, harav eitt var hovið hjá Hovgrími, høvdinga, sum í víkingatíð hevði tað hálva av landinum í len. Eitt hov var ein heiðin staður til gudsdýrkan í fornøld, heiðin halgidómur.
Finnbjørn Hovsgarð, formaður í felagnum Víkingaskip, leiddi okkum gjøgnum fornu søguna í Hovs bygd, eins og hann greiddi frá í Savninum á Mýri. Albert Isfeldt, arkitektur, og Gudmundur Sjúrðason Norðbú, bátasmiður, søgdu frá verkætlanini at smíða víkingaskip, byggja langhús og jarnsmiðju, harav smiðjan stendur so at siga liðug.
Eisini annað tilfar úr Hovi er í sendingini, eitt nú varð tosað við tvey ung fólk úr Sveis og Fraklandi, ið eru tað ein kallar 'navarar'. Tey ferðast um lond at arbeiða og kunnu ikki fara heim aftur fyrr enn trý ár eru liðin, tó fraklendingurin hevur búsett seg í Føroyum.
Mynd: Hovið (halgidómurin) í Hovi
Tónleikur: Ljóðbrotini eru eftir Pink Floyd, Hamradun, Black, og Ruby Murray.
Ljóarin 24. mai 2023
