- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ljóarin

Ben Arabo er kendur sum vinnulívsmaður, serliga í oljuvinnuni, men nú hevur hann givið sítt fyrsta stuttsøgusavn út, sum millum annað viðger materialismu, innantóma lívið, óndskap og annað. Vit skifta orð við Ben Arabo í byrjanini av sendingini.
Fríggjadagin verður Mentanarnáttin aftur á skránni í Havn. Og saman við Kristinu Sundstein Borgarlíð frá Visit Tórshavn fara vit at kaga í skránna.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Ljóarin
Ljóarin er seinnapartssending, sum varpar ljóð á mentan og samfelag.
Ljóarin er ljósopið í takinum á roykstovuni. Ljóarin er eisini nýggj seinnapartssending í útvarpinum, sum varpar ljóð á mentanina og tað samfelagið, vit liva í.
Týsdag seta vit ávíst evni á skrá, har rák og hendingar í samfelagnum verða lýst.
Hósdagar varpa vit ljóð á mentanina burturav. Tá lýsa vit mentan og list í breiðum týdning, og vit viðgera eitt nú bókmentir, leiklist, myndlist og byggilist.
Redaktión: Lív Mikkelsen, Gunnar Nolsøe, Leif Láadal og Ingi Rasmussen.
Redaktørur: Ingi Rasmussen.



