- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ljóarin

Leikbólkurin "Det Ferösche Compagnie" pallsetir í løtuni leikin "Lear Kongur" hjá William Shakespeare í Sjónleikarahúsinum. Leikurin er serligur, tí høvuðsleikarin, Birita Mohr, hevur demens. Vit fara á gátt í Hoydølum, har tey í løtuni snikka tónleikin til.
Mánadagin 5. juni andaðist bossa nova- og jazzsangarinnan, Astrud Gilberto, 83 ára gomul. Og miðskeiðis í sendingini fara vit at minnast Gilberto, sum eisini varð kend sum ?The girl from Ipanema?, samstundis sum hon ofta varð umrødd sum ?The Queen of Bossa Nova?.

Ljóarin
Ljóarin er seinnapartssending, sum varpar ljóð á mentan og samfelag.
Ljóarin er ljósopið í takinum á roykstovuni. Ljóarin er eisini nýggj seinnapartssending í útvarpinum, sum varpar ljóð á mentanina og tað samfelagið, vit liva í.
Týsdag seta vit ávíst evni á skrá, har rák og hendingar í samfelagnum verða lýst.
Hósdagar varpa vit ljóð á mentanina burturav. Tá lýsa vit mentan og list í breiðum týdning, og vit viðgera eitt nú bókmentir, leiklist, myndlist og byggilist.
Redaktión: Lív Mikkelsen, Gunnar Nolsøe, Leif Láadal og Ingi Rasmussen.
Redaktørur: Ingi Rasmussen.