- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ljóarin

Summarið er í hæddini, og tað merkir eisini, at Summartónar ljóma um alt landið. Vit fáa vitjan av legendariska undangongumanninum Kristian Blak, sum hevur fyriskipað størsta føroyska tónleikatiltakið, Summartónar, í meira enn 30 ár.
Í hesum døgum hevur listamaðurin, Øssur Mohr, listaframsýning í Ribarhúsi.
Vit hava vitjað í Fuglafirði, har ið vit skifta orð við listamannin um eitt nú nýggju framsýningina, samstundis sum vit eisini fáa orð á Oddvør á Lakjuni, ið er ein av eldsálunum í Ribarhúsi.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Ljóarin
Ljóarin er seinnapartssending, sum varpar ljóð á mentan og samfelag.
Ljóarin er ljósopið í takinum á roykstovuni. Ljóarin er eisini nýggj seinnapartssending í útvarpinum, sum varpar ljóð á mentanina og tað samfelagið, vit liva í.
Týsdag seta vit ávíst evni á skrá, har rák og hendingar í samfelagnum verða lýst.
Hósdagar varpa vit ljóð á mentanina burturav. Tá lýsa vit mentan og list í breiðum týdning, og vit viðgera eitt nú bókmentir, leiklist, myndlist og byggilist.
Redaktión: Lív Mikkelsen, Gunnar Nolsøe, Leif Láadal og Ingi Rasmussen.
Redaktørur: Ingi Rasmussen.





