- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ljóarin

Summarið er fult av festivalum, og festivalarnir eru fullir av mentan. Vit fregnast um, hvat mentanarpallurin á G! hevur at bjóða í ár og tosa við Sissal Kampmann, Kim Simonsen og Fríði Djurhuus.
Eisini tosa vit við Kim Hansen, sum er ein av teimum, ið skipar fyri Fjarðaroki um vikuskiftið í Skálafirði. Hann greiðir millum annað frá, hvussu hendan stevna er komin í lag.
Og eitt sindur um Lollipops.
Hoyrið sendingina her.

Ljóarin
Ljóarin er seinnapartssending, sum varpar ljóð á mentan og samfelag.
Ljóarin er ljósopið í takinum á roykstovuni. Ljóarin er eisini nýggj seinnapartssending í útvarpinum, sum varpar ljóð á mentanina og tað samfelagið, vit liva í.
Týsdag seta vit ávíst evni á skrá, har rák og hendingar í samfelagnum verða lýst.
Hósdagar varpa vit ljóð á mentanina burturav. Tá lýsa vit mentan og list í breiðum týdning, og vit viðgera eitt nú bókmentir, leiklist, myndlist og byggilist.
Redaktión: Lív Mikkelsen, Gunnar Nolsøe, Leif Láadal og Ingi Rasmussen.
Redaktørur: Ingi Rasmussen.