- Tíðindi, mentan og ítróttur
Málteigurin

Føllini hava staðið sterk á føroyskum, men vit hoyra alt oftari, hvussu fallbendingin viknar.
Málteigurin fer aftur til grundleggjandi mállæru í vetur. Vit fara at benda, og tað leiðir okkum til setningsliðirnar.
Í hesi sending verður tosað um hvørfallið, sum stendur sterkast.
Summi hava hug at spyrja, hví vit ikki bara kunnu sleppa føllunum. Men føllini eru nú einaferð partur av málinum hjá okkum, og tað eru nógvir fyrimunir við at nýta føll.
Á ella til stevnu
Harafturat umrøða vit nøkur orð, sum hava verið at hoyra í summar, sum onkursvegna hava fingið fólk til at steðga á og grunda.
So sum, hvussu skipsnavnið Herjólfur skal bendast, fara vit til ella á stevnu og yvirflatuvatn.
Tá ið vit tosa um at fara til ella fara á, ræður um at tilskila staðið, sum farið verður til og síðan endamálið við ferðini:
Vit fara til Havnar á ólavsøku.
- Stevna, skeið, fundur o.s.fr eru endamálið við eini ferð, og tí siga vit á stevnu, á skeið og á fund, sigur Elin Henriksen, málkøn.
Málteigurin er í útvarpinum hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og verður endursendur mánakvøld eftir tíðindini og leygardagar kl. 15.00.
Hevur tú spurningar ella viðmerkingar til sendingina, ber til at skriva til okkara her.

Málteigurin
Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd.
Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.


