- Tíðindi, mentan og ítróttur
Málteigurin

Í dag tykist tað at vera ómøguligt at siga ein setning, uttan fremmandaorðið 'faktiskt' skal vera við. Hetta er púra óneyðugt, tí tað gevur onga meining, skrivar lurtari til Málteigin.
- Vit hava nógv í at velja, so tað man einamest vera vani at siga t.d. faktiskt, tá ið vit líka so væl kundu sagt t.d. í grundini, satt at siga, av røttum, rætt og slætt og so framvegis, sigur Elin Henriksen, málkøn.
Vit tosa eisini um veðurorð sum surk og at lotið trilkar, eins og vit eisini viðgera, hví tað eitur gongd í haga og ikki gongd í haganum, og hví fjallið Vørðufelli stavast við ð.
Eivind Weyhe hevur granskað nógv staðarnøvn og m.a. skrivað eina bók um fjallanøvn. Har greiðir hann frá, at Vørðufelli hevur navn eftir orðinum varði, sum nú er kallkyn, men sum fyrr hevði síðuformin vørða, kvennkyn. Harav Vørðu-felli.
Hevur tú ikki bókina Fjallanøvn hjá tær, so ber til at finna hana á netinum: ojs.setur.fo.
Og eftirsum vit nærkast 8. mars, taka vit tvey orðatøk, ið hava við kvinnur at gera:
Fyrr trýtir vatn í á enn kvinnu trýtir ráð
Fátt er sum faðir onki sum móðir

Málteigurin
Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd.
Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.


