- Tíðindi, mentan og ítróttur
Málteigurin

Kuldin er komin aftur, og tí er upplagt hjá okkum at spyrja hví orðið, hiti, er vorðið synonymt við orðið temperatur, og hvar er orðið, varmi?
Hóast orðið varmi er líka gamalt sum hiti, so er tað ikki líka góðkent.
Lurtari skrivar í drúgvum brævi um hetta evnið, at hann plagdi at tosa við Jóan Hendrik Winther Poulsen, sála, um hetta, og at hann plagdi at siga, at mong góð orð tíverri vóru komin í mótrák, tí tey ljóðaðu ov danskt.
Elin Henriksen er samd og heldur, at tað kann vera tað, sum ger seg galdandi í hesum førinum.
Vend í hurðini
Ferð eftir ferð hoyrist í tíðindinum í kringvarpinum, at onkur verður vend ella vendur í hurðini. Ber tað til at verða vendur í hurðini sjálvari? Eigur tað ikki at vera í durunum?
Stavar, ælingur og oddur
Og hvat merkir: sólin stavar?
Vit tosa eisini um orðini, æl og ælingur, og fiskiamboðið, oddur.

Málteigurin
Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd.
Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.


