- Tíðindi, mentan og ítróttur
Málteigurin

Í kunngerð verður sagt soleiðis:
Fólk vera biðin at vísa varsemi og tolsemi í eina tíð, meðan arbeiðið fer fram.
- Tú kanst hava gott tol ella ringt tol. Gev tol! Tolið er uppi. Tolsemi og tollyndi er nakað heilt annað: tað, sum á útlendskum eitur toleransa. At góðtaka og rúma ymiskleika, greiðir Elin Henriksen, málkøn frá.
Málsligir ella journalistiskir førleikar
Ein lurtari spyr, hvør førleiki vigar mest, tá ið journalistar skulu setast í starv - tann málsligi ella journalistiski?
Til hetta svarar Elin Henriksen, at tað ber illa til at skilja tann journalistiska førleikan frá tí málsliga. Málið er amboðið, og journalistikkurin handverkið, sigur hon.
Í sendingini verður eisini tosað um, hví vit siga millum skins og hold, og hví eitt undirskot eisini eitur hall, um beinaskip, at vísa eitt lag, um tað eitur eftirlit við einum ella eitt og orðið tjokkfult.

Málteigurin
Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd.
Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.