- Tíðindi, mentan og ítróttur
Málteigurin

Lurtari biður Málteigin hjálpa sær at rudda burtur máliskuna: Voksin.
- Vit kunnu royna, sigur Elin Henriksen, málkøn og greiðir frá:
- Einki eitur voksin á føroyskum. Tað eitur vaksin. Tey eru vaksin, vaksin fólk, hon er vaksin upp á bygd, tey vaksnu.
Føll og á berajólum
Stórur partur av sendingini fer eisini til at viðgera hvønn- og hvørjumfall, har millum annað verður tosað um, hví vit siga eg dámi og mær dámar, meg minnist og eg minnist.
Eisini verður hugtakið á berajólum viðgjørt.
Drekki- ella drekkingarvatn
Spurt verður um tað eitur drekki- ella drekkingarvatn.
Báðir formar eru til í føroyskum, og tí er svarið: bæði.
Umframt hetta viðgera vit eisini um tað eitur vinaligt ella vinarligt, um Føroyar eru eintal ella fleirtal og hvussu í áðni stavast.

Málteigurin
Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd.
Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.