- Tíðindi, mentan og ítróttur
Málteigurin

Hoyrdi í útvarpinum, at eitt 'coverlag' kallaðist tøkulag, og vit hava jú tøkugjald.
Hvat merkir tøkan í hesum báðum dømunum?
Soleiðis spyr lurtari Málteigin, og Elin Henriksen greiðir frá navnorðinum, ein tøka.
- Navnorðið tøka hoyrir saman við sagnorðinum at taka; merkir altso 'tað at taka'. Í hesum døgum kunnu vit spyrja: hvussu stór var tøkan í ár? Og meina: hvussu nógv lomb tóku tit í ár, greiðir Elin Henriksen, málkøn, frá.
Føll og fyrisetingar
Vit umrøða føll og fyrisetingar í dag, og vit taka tær fyrisetingarnar, sum stýra hvørjumfalli.
Umframt hetta tosa vit eisini um píkasjey og píkarill, eins og vit eisini umrøða hví nossligt merkir reint.
Fremmandaorðið, 'spísskompetansa' er eisini á breddanum, og um vit siga morginári og gjáramorgunin ella í morginári og í gjáramorgunin.

Málteigurin
Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd.
Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.