- Tíðindi, mentan og ítróttur
Málteigurin

Í dag verður tosað um kynsbundin starvsheiti.
Stórur meiriluti av sjúkrarøktarfrøðingunum í Føroyum eru kvinnur, men starvsheitið sjúkrarøktarfrøðingur er kallkyn.
Helst hevur tað elvt til, at vit ofta hoyra setningar sum: sjúkrarøktarfrøðingarnar eru ónøgdar, sjúkrarøktarfrøðingarnir eru farnar til arbeiðis ... o.s.fr.
Elin Henriksen greiðir frá, at um vit fara eini seksti ár aftur í tíðina, so var markið millum mannfólkaarbeiði og konufólkaarbeiði heilt týðiligt. Á tingi var eingin kona, og heldur ikki í landsstýrinum. Ongar konur vóru prestar ella stjórar.
- Onkur hendinga lækni og tannlækni var kona, sigur hon.
Flestu starvsheiti eru kallkyn
Nú á døgum hava konur nógv ymisk arbeiði, har tað fyrr bara ella einamest vóru menn, og har starvsheitið er kallkynsorð, t.d.:
prestur, stjóri, leiðari, arbeiðsformaður, høvundur, lækni, tannlækni, ritstjóri, bussførari, skipari, stýrimaður, bilsmiður, timburmaður, kokkur, skrivari
- umframt nøkur nýggj starvsheiti, sum eisini eru kallkyn, men har meginparturin av starvsfólkunum eru konur:
heilsurøktari, heilsuhjálpari, tannteknikari, laborantur / bioanalytikari, námsfrøðingur/pedagogur, journalistur, bókavørður.
- Úr einum málsligum sjónarhorni haldi eg einki er at ivast í, at frægasta loysnin er at góðtaka, at uttan mun til, um talan er um konur ella menn sum starvsfólk, so er málkynið hjá flestu starvsheitum kallkyn, summi eru kvennkynsorð, og nøkur eru hvørkikynsorð, sigur Elin Henriksen.
Kettutunga, deyðs- og reyvafall
Onnur evni í dagsins sending er spurningur um upprunan til orðið, kettutunga, meðan ein annar spyr, hví tað eitur deyðsfall, men reyvafall.

Málteigurin
Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd.
Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.