- Tíðindi, mentan og ítróttur
Málteigurin

Lurtari spyr Málteigin, hvat hálvhosur eru samanbornar við hosur, og hóast spurningurin kann tykjast at vera stuttur, so er søgan um hálvhosurnar nakað longri, men sera áhugaverd.
- Fyrst er at siga, at fyrr var greiður skilnaður: menn nýttu hosur, og konur nýttu sokkar, sigur Elin Henriksen, málkøn.
Longdin á hosunum má samsvara við longdina á brókunum. Upprunaliga var plaggið í tveimum, brøkur niður á lærið og so hosur upp á lærið.
T.d. á týskum eita buksur enn tann dag í dag “Hosen”.
Tey elstu okkara minnast kanska, tá ið knæbuksur vóru vanligar – tær er varðveittar í føroysku klæðunum. Tá koma hosurnar upp undir knæ. Hálvhosur røkka bara upp á hálvan leggin – helvtina av undanfarnu hosum.
Á donskum nevndar halvstrømpe.
Tí ella ta
Tað er vorðið nærum gerandiskostur at hoyra formin "tí", har tað eigur at vera "ta" (Stavað við ongum ð)
So sum "Eg sá tí gentuna í gjár." heldur enn "Eg sá ta gentuna í gjár".
- Ein stórur vansi við at siga tí í hvønnfalli er, at tað økir um vandan fyri at blanda saman hvønnfall og hvørjumfall. Tí hoyrir til hvørjumfall í øllum trimum føllum: tí manninum, tí konuni, tí barninum. Í hvønnfalli: tann mannin, ta konuna, tað barnið.
Nógv ymisk evni
Í hesi sending eru nógv ymisk evni á skránni.
Ein spyr um eitt føroyskt orð fyri frustreraður, og vit umrøða, hví tað eitur norðmenn, tá ið vit siga finnar, danir og sviar.
Eisini verður tosað um annað og Anna, hvat av orðunum hevur ð og ikki, munin á fyrr og áður, um fótsúkklu, um tað eitur á ella við Norðskála, um mann sigur: so leggur eingin merki til mín ella meg og at enda tosa vit um orðið, viðeiriligur.

Málteigurin
Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd.
Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.