- Tíðindi, mentan og ítróttur
Málteigurin

Lurtari hevur hoyrt ungan mann siga: Tað áhugar meg ...
Og tað fær lurtaran at spyrja, um fólk eru farin at siga so.
- Hetta er ikki so sjáldsamt, sigur Elin Henriksen, málkøn, og vísir samstundis á, at áhugi annars bert er til sum navnorð.
Hvørt/um og orðingar
Hvussu skal setningurin 'hvørt um annað' skiljast, tá ið orðið hvørt verður brúkt við merkingini um.
Dømi: Eg veit ikki, hvørt tað loysir seg.
At vága troyggjuna ella eg vági ikki troyggjuna.
Soleiðis siga vit, tá ið tað er okkurt, sum eg/vit ikki tora ella vága. Kenna tit tað, spyr lurtari úr Skálavík.
Elin Henriksen kennist ikki við hesa orðing, men hon vísir á, at orðingin er kend úr donskum sum at 'vove pelsen' og 'vove trøjen'.
Umframt hesi evni eru spurningar um mannlegg, eg dámi ella mær dámar, ymiskt og salatfat, sum politibilur eisini verður kallaður.

Málteigurin
Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd.
Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.