- Tíðindi, mentan og ítróttur
Meg minnist

Pál Weihe hevði bert verið yvirlækni í arbeiðsmedisini í eitt ár, tá hann varð biðin til læknastjóra á Landssjúkrahúsinum undir sjúkrahússtjóranum Høgna Joensen. Fyrsta avbjóðingin var, at sjúkra-húsverkið skuldi spara 15% av játtanini. Hetta var ongin løtt uppgáva. Eitt, sum teir arbeiddu við, var at broyta sjúkrahúsverkið frá at vera innlagdur til at koma ambulant. Hetta kundi sammetast við eina kollvelting. Arbeitt varð eisini fyri at tynna vaktirnar, so pláss bleiv til fleiri serlæknar. Tað var ikki bara væl dámt. Pál Weihe heldur, at umskipanin av útbúgvingini av sjúkrarøktarfrøðingum til akademiska útbúgving var eitt frambrot. Hann umrøður eisini granskingarætlanir í Føroyum.

Meg minnist
Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað.
Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.