- Tíðindi, mentan og ítróttur
Meg minnist

Hans David Poulsen í Hesti var bakkamaður frá ungum árum. Tá tveir hestbátar gingu burtur, gjørdist hann faðirloysingur 14 ára gamal. Dávur noyddist at taka alt arbeiði upp á seg og eitt var at fara í bakkan. Klæmint Johannesen legði honum lag á.
Sum fráleið fór hann til skips um várið og seinni flutti hann til Havnar, men frá ólavsøku og út á heystið var hann úti í Hesti. Niels Juel Arge var við honum undir Hestoynni í 1978.

Meg minnist
Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað.
Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.



