- Tíðindi, mentan og ítróttur
Meg minnist

Gestur í Meg minnist verður nú Inga Simonsen í Havn. Hon er fødd Gunnarsson og giftist við skip-aranum Árna Simonsen úr Fuglafirði. Inga er havnarkona við stórum H, men varð tó fødd suðuri í Vági orsakað av krígnum. Mamma hennara Herborg av Viðareiði og pápin Gunnar vuksu bæði upp í Vági. Út fyri Helluni á Viðareiði fór ein barnavognur á sjógv við Ingu í. Í Havn vaks hon upp úti í Mattalág. Fór í Kommunuskúlan og haðani í realskúlan.Var í 1957 í Skotlandi og vitjaði barndóms-vinkonuna Guðrið Skarðhamar. Fekk lærupláss á Føroya Jarðarráð í 1958.

Meg minnist
Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað.
Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.