- Tíðindi, mentan og ítróttur
Meg minnist

Inga hitti Árna, tá hann kom til Havnar at ganga á stýrimansskúla í 1958. Hann fór út at sigla, og hon fór á húsmóðirskúla í Vordingborg. Tá komu boð frá Árna um, at teir vóru á veg úr Suðuramer-ika til Rotterdam. Hon avstað, men í Amsterdam var ongin Árni og tók ímóti. Ólag var á ferðsluni. Helt leiðina til Rotterdam, har hon loksins hitti hann. Eitt skifti aupair í Onglandi. Giftust í 1965. Búðu fýra ár í Esbjerg, síðani í Runavík og í Havn. Bygdu í Havn í 1974, men fóru til Grønlands, har Árni var skipari á ?Manitsok? nøkur ár. Inga arbeiddi í 25 ár á ídnaðarmiðstøðini í Havn. Hetta var áhugavert arbeiði við framsýningum og messum. Árni fekk ringa sjúku og doyði í 1999.

Meg minnist
Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað.
Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.