- Tíðindi, mentan og ítróttur
Meg minnist

Viberg Sørensen legði eitt skifti dent á at fiska havtasku. Hetta var lønandi fiskiskapur og vardi eina tíð. Hevði eisini hug at royna eftir svartkalva og keypti tann gamla ?Suðurvarða? til tað. Skipið varð umvælt og fiskiskapurin royndist, men illa lá fyri at selja, so fyritøkan gavst. Viberg var formaður í Føroya Reiðarafelag eitt skifti. Tá royndu teir at finna nýggjar fiskimøguleikar. Teir settu seg at prógva og rokna út, hvussu føroyingar kundu fáa meira makrel í sín part. Tað eydnaðist at hækka prosentið av makreli munandi, sum føroyingar kundu fiska, tí at makrelurin gekk á beiti undir Føroyum. Hann tók seg aftur sum formaður í reiðarafelagnum eftir eitt umstrítt verkfall.

Meg minnist
Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað.
Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.