- Tíðindi, mentan og ítróttur
Meg minnist

Eftir skúlaárini fór Karin Brattaberg til Havnar at vera arbeiðsgenta. Var eitt lítið ár í húsinum hjá Eydnu Viderø. Haðani fór hon á Bacalao. Várið 1961 var Karin á háskúlanum. Hetta var góð tíð. Tey vóru útferð við ”Thorshavn”. Skipið stóð brádliga fast í botni við Kirkjubøholm. Har var gangur og róp til bátar loksins komu til hjálpar úr Kirkjubø. Katrin fekk starv í handlinum hjá Heina í Kjøt og helt leiðina oman til Otto Reinert. Í 1964 fór drongurin Árni á landbúnaðarskúla á Voss í Noregi. Árið eftir giftust tey í Vági og fóru til Noregs. Har fingu fingu sonin Rúna í februar 1966.

Meg minnist
Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað.
Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.