- Tíðindi, mentan og ítróttur
Meg minnist

Børnini á Oyri runnu dyst, spældu bólt og arbeiddu við teimum vaksnu. Edmund var fyrsta túr til skips við einum leigaðum norskum kópafangara. Ingolf Andreassen førdi hann á sild. Teir fingu 2600 tunnur og vóru besta skip. Edmund var seinni við Búgvanum undir Føroyum. Tá teir komu aftur við fullum skipi, segði Tórhallur við reiðaran: "Skipið er bara ov lítið".
Oyrarmenn sigldu eina tíð við bilum um Sundalagið við gomlu "Agnes Louisu". Edmund var uppi í, tá Júst í Túni gjørdi fyrstu alistøðina. Samstundis arbeiddu oyrarmenninir við at fáa í lag skeljaveiðu undir Føroyum. Báðar vinnurnar komu fyri seg, um enn alingin hevði størri byrjunartrupulleikar.

Meg minnist
Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað.
Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.