- Tíðindi, mentan og ítróttur
Meg minnist

Edmund Joensen var uppi í, tá farið varð undir alibrúk í Skálafirði og við Streymin. Tá teir funnu nóg heitt vatn við Áir mælti Júst í Túni, at hetta var ein revolusjón. Landsstýrið hevði hug at byggja alivinnuna upp sum smá húsmansbrúk. Tað helt ikki. Lús og sjúkur vórðu dagligur kostur. Nú talar Edmund fyri at fara út á hav at ala. Spurningurin er, hvat umhvørvið tolir aftrat inni við land. Torført var at fáa marknað fyri jákupsskel v.m. Virkið á Oyri fekk sær eitt bein í rækjuvinnu, og funnu ein máta at menna posarækjurnar, sum gingu sum heitt breyð til Onglands, Fraklands og USA.

Meg minnist
Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað.
Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.