- Tíðindi, mentan og ítróttur
Meg minnist

Sum stjóri og medeigari í virkinum O.C. Joensen á Oyri var Edmund Joensen limur í umboðsráð-num og starvsnevndini í l/f Føroya Fiskasølu. Hon stílaði fyri útflutninginum hjá sínum limum, ið vóru so at siga øll fiskavirki og skip. Fiskasølan hevði deildir í Grimsby og Hirtshals og samstarvaði eisini við Coldwater Seafood í USA. Eitt skifti sendi Fiskasølan eitt farmaskip um vikuna til USA við føroyskum flaki. Setningurin hjá Fiskasøluni var bæði at selja og fíggja virksemið hjá sínum limum. Fíggjarkreppan í Føroyum í nítiárunum tók eisini lívið av Føroya Fiskasølu.

Meg minnist
Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað.
Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.



