- Tíðindi, mentan og ítróttur
Meg minnist

Edmund Joensen varð valdur á løgting fyri sambandsflokkin á løgtingsvali í 1988. Longu í 1990 gjørdist hann formaður í flokkinum. Í 1994 kom sambandsflokkurin í landsstýrið við Edmundi Joensen sum løgmanni. Hann sat í hesum sessi meginpartin av fýra árum, men skrivaði út nýval í ótíð orsakað av vantandi játtan frá donsku stjórnini um samráðingar og innanhýsis ófriði í flokkinum. Edmund Joensen var løgtingsformaður árini 2002-2008. Hann tók undir við, at løgtingið bygdi ein tignarligan bygning við Tinganes, men tað endaði við endurnýgging av løgtringshúsinum.

Meg minnist
Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað.
Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.