Meg minnist

Á ferð í Hoyvík (2:3)
14-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen. Onnur sending.

Bróstsjúkrahúsið í Hoydølum var næsti granni hjá Hoyvíkingum. Í eini 50 ár lógu nógv fólk sjúk har av tuberklum. Við Sanatoriinum fekk Hoyvík nýggju farleiðina, Sanatoriivegin, oman til Havnar. Fyrst í 1960unum flutti Føroya Studentaskúli inn í húsini, og nógvir ungdómar komu hagar at búgva og ganga í skúla. Í 1970unum varð farið undir at leggja til rættis býarbygging í Hoyvík og Hoyvíkshaganum. Hoyvík var í Tórshavnar Uttanbíggja Kommunu, men fór nú úr henni og upp í Tórshavnar Kommunu. 

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað.

Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.

Jógvan Arge hittir Henrik Old úr Vági. 5. sending.
02-10-2022
Jógvan Arge hittir Henrik Old úr Vági. 4. sending.
25-09-2022
Jógvan Arge hittir Henrik Old úr Vági. 3. sending.
18-09-2022
Jógvan Arge hittir Henrik Old úr Vági. 2. sending.
11-09-2022
Jógvan Arge hittir Henrik Old úr Vági. 1. sending.
04-09-2022
Jógvan Arge hittir Pál Weihe í Hoyvík. 4. og seinasta sending.
29-05-2022
Jógvan Arge hittir Pál Weihe í Hoyvík. 3. sending.
22-05-2022
Jógvan Arge hittir Pál Veihe í Hoyvík. 2. sending.
15-05-2022
Jógvan Arge hittir Pál Weihe í Hoyvík. 1. sending.
08-05-2022
Jógvan Arge hittir Sonny Johannesen skipara í Havn. Seinna sending.
01-05-2022
Jógvan Arge hittir Sonny Johannesen skipara í Havn. Fyrra sending.
24-04-2022
Jógvan Arge hittir Magnu Reid Joensen úr Klaksvík, búsitandi í Sandavági. 3. og seinasta sending.
18-04-2022