- Tíðindi, mentan og ítróttur
Meg minnist

Tað var av tilvild, at Annika Hoydal bleiv sjónleikari og filmsleikari.
Hetta kom alt burturúr, at hon í 1960unum varð yvirtalað at syngja á studentakabarettum í Sjónleikarhúsinum. Seinni sang hon ymsataðni, eitt nú á Vicevertshúsinum í Tivoli. Hon fór upp til roynd at sleppa á sjónleikarakúla og slapp inn.
Henni hevur dámt serliga væl at spæla á smáum sjónleikapallum og hevur ferðast um alt Danmark eins og í Grønlandi og aðrastaðni. Hon hevur sungið nógv og hevur nú givið út eina plátu við løgum úr Suðuramerika.

Meg minnist
Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað.
Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.



